
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, er nýggjur formaður í Kommunufelagnum, og Torbjørn Jacobsen er nýggjur næstformaður. Tað er greitt, eftir stýrisfundin í morgun, har nýggjur formannskapur skuldi veljast.
Dennis Holm, fyrrverandi formaðurin, kundi ikki halda fram, av tí at hann ikki longur er borgarstjóri í Vágs kommunu, og tað sama var galdandi fyri næstformanninum, Heðin Zachariassen í Sunda kommunu, sum ikki stillaði uppaftur á seinasta kommunuvali, skrivar Kringvarpið.
13 borgarstjórar eru í stýrinum, og av teimum vórðu bert tríggir, sum kundu halda fram – Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, og Pauli Trónd Petersen, borgarstjóri í Vestmanna.
Formansskapurin verður valdur yvir tvey ár, og Heðin Mortensen hevur áður verið formaður í Kommunufelagnum.
Torbjørn Jacobsen, næstformaður, og Heðin Mortensen, formaður (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
Í nývalda stýrinum, sum fer at hava sín fyrsta regluliga fund 15. januar, sita hesi 13 umboð:
- Heðin Mortensen, Tórshavnar kommuna, formaður
- Tórbjørn Jacobsen, Runavíkar kommuna, næstformaður
- Karl H. Johansen, Klaksvíkar kommuna
- Per Martin Gregersen, Eysturkommuna
- Bjarni Prior, Vága kommuna
- Davur Juul, Fuglafjarðar kommuna.
- Jógvan Kruse, Sunda kommuna
- Kristin Michelsen, Tvøroyrar kommuna
- Bjarni Johansen, Vágs kommuna
- Pauli T. Petersen, Vestmanna kommuna
- Jóanis Lisberg, Fámjins kommuna
- Súni í Hjøllum, Nes kommuna
- Heri Sverrason, Sands kommuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald