
– Tað er umráðandi at fáa bygt Heimið til børn og ung við autismu, tí tørvurin á hesum tilboði er ovurstórur.
Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, nú arbeiðið at byggja heim í Havn til børn og ung við autismu verður boðið út í almennari lisitatión fyrsta dagin.
Ætlanin er, at farast skal undir byggingina til várs, og at heimið verður klárt at flyta inn í seinast í 2022.
Verkætlanin varð boðin út í fjør, men av tí at tilboðini vóru nógv hægri enn kostnaðarmetingin, gjørdi landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, av at havna lisitatiónina.
Bygginevndin fekk til uppgávu at finna sparingar uttan at gera ov stórt inntriv í funktiónir og virksemi í heiminum, og ráðgevin hevur umprosjekterað verkætlanina av nýggjum sambært sáttmálanum.
Nýggja høvuðsprosjektið verður nú boðið út. Bygningurin er færri fermetrar enn í upprunaligu verkætlanini, hann er einfaldari og er nú í einari hædd.
Verkætlanin verður boðin alment út í sjey fakarbeiðstøkum.
Alt hetta verður gjørt, fyri at fáa kostnaðin at halda.
Fyrstu fyrireikingarnar byrjaðu í 2016. Í 2018 varð verklagslógin samtykt og farið var undir prosjekteringina í september sama ár. Høvuðsprosjektið varð handað í desember 2019. Seinasta árið er farið við at finna sparingar og gera nýtt høvuðsprosjekt.
– Nú vóni og vænti eg, at nógvar fyritøkur fara at halda seg framat, og bjóða uppá arbeiðið, og at prísurin fer at halda, soleiðis at vit kunnu koma í gongd við byggingina. Tørvurin á hesum bú- og umlættingartilboði er ovurhondsstórur, so nú vóni eg ikki at fleiri seinkingar verða, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.
Tað er Landsverk, sum bjóðar út vegna Almannamálaráðið, og útbjóðingin fer fram á heimasíðuni hjá Landsverki 1. desember 2020.
Heimið til børn og ung við autismu, er býtt upp í fýra eindir:
- Búeind við seks íbúðum, umframt felagskøk og uppihaldsrúm o.a.
- Umlættingareind við seks kømrum, sum hava egnan dur og vesi, umframt felagskøk og uppihaldsrúm o.a.
- Starvsfólkaeind við leiðsluskrivstovu og felags hentleikum til starvsfólkini
- Virkniseind, sum er eitt dagtilboð til áleið 15 børn og ung. Í virkniseindini er m.a. køkur og uppihaldsrúm, umframt venjingarrúm, sansarúm, verkstaður, rúm til vatnavirksemi, ítrivsrúm og eitt uttandura spælipláss, sum alt eru felags hentleikar hjá heiminum.
Bruttovíddin á bygninginum er 948 m2 og samlaða grundøki er 7.600 m2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald