Granskarar siga seg hava funnið heimsins elstra bryggjarí við leivdum eftir 13.000 ára gamlum øli í einari holu nærindis Haifa í Ísrael.
Tey funnu bryggjaríið, meðan tey granskaðu eitt gamalt gravstað hjá hálv-nomadiskum veiðifólki.
Hildið var annars, at øl var nakað, sum varð uppfunnið fyri 5.000 árum síðani, men sambært hesum fundinum kann tað ikki vera rætt.
Sambært Li Liu, professari á universitetinum í Stanford, sum stóð á odda fyri granskingini, er hetta elsta manngjørda alkoholið, ið higartil er funnið.
Sambært Liu leitaðu tey eftir ábendingum um, hvat veiðufólkini ótu, og tað var soleiðis tey funnu leivdir eftir alkohol gjørt úr hveiti og bygg. Hildið verður, at ølið hevur verið veikari og meira sum greytur enn tað ølið, vit kenna í dag, skrivar BBC.
Les eisini: Egyptaland: Ostur funnin í 3.200 ára gamlum gravkamari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald