Innanlands

Helst størsti tingfundurin í tingsetuni byrjar klokkan 10

Tað er ilt at siga, hvussu langur dagurin verður í Løgtinginum, tí 17 mál skulu fyri. Nógv av teimum kunnu lýsast sum stórmál - til ber at fylgja við á logting.fo

Aksel V. Johannesen, løgmaður, eigur uppskotið, sum nú hevur verið í Fíggjarnevndini (Mynd: Sverri Egholm)

Aksel V. Johannesen, løgmaður, eigur uppskotið, sum nú hevur verið í Fíggjarnevndini (Mynd: Sverri Egholm)

2025-04-30 08:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað tykiskt vera nóg stór semja um mál sum tað um Suðuroyartunnilin, tað um pensjónsaldurin og tað um sjófeingislógini.

Sí eisini: Meiriluti fyri linjuføringini til Djúpadal

Tó eru tað summi ivamál, og spurnartekin eru sett við ymiskt í sambandi við serliga Suðuroyartunnilin.

Tí verður tað ein drúgvur dagur, tá Løgtingið í dag skal viðgerða 17 mál. 13 av teimum eru til aðru viðgerð.

Byrjað verður við triðju viðgerðum, har millum annað eykajáttan og lántøka til landskassan endaliga skulu ígjøgnum.

Tey størstu málini koma seinni, og endað verður við uppskotinum um Suðuroyartunnlinum, ið skal til 2. viðgerð. Tað kom úr nevnd seint mánakvøldið.

Sí eisini: Stórur meiriluti heldur at løgtingið eigur at bíða

Til ber at síggja dagsskránna og fylgja gongdini á logting.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder