Uttanlands

Hertogafrúan Meghan átt eina dóttur

Lítla gentan, ið hevur fingið navnið Lilibet Diana Mountbatten-Windsor, er nummar átta í bretsku arvarøðini

Hertogafrúan Meghan og Harry prinsur (Mynd: EPA)

Hertogafrúan Meghan og Harry prinsur (Mynd: EPA)

2021-06-07 09:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í februar boðaðu hertogin og hertogafrúan av Sussex, Harry og Meghan, frá, at tey skuldu hava eitt barn afturat, og fríggjadagin átti hertogafrúan eina dóttur. Tað boðaði parið frá á heimasíðu teirra í gjár, sambært The Guardian.

Bæði móðir og barn eru væl fyri, verður upplýst.

Lítla gentan hevur fingið navnið Lilibet Diana Mountbatten-Windsor. Gentan, ið bert verður nevnd Lili, eitur eftir langommuni, Elizabeth drotning, og ommuni, Dianu prinsessu, sálu.

Tá bretska drotningin var lítil, var ringt hjá henni at úttala sítt egna navn, og varð hon tí rópt Lilibet. Maður hennara, Philip prinsur, kallaði hana eisini fyri Lilibet.

Lili er 11. langommubarnið hjá bretsku drotningini og nummar átta í bretsku arvarøðini. Frammanundan eiga Harry og Meghan tvey ára gamla sonin Archie. Eisini mistu tey eitt barn í fjørsummar. Tað avdúkaði Meghan í einari klummu í New York Times í november.

Í fjør boðaði parið frá, at tey ikki longur ynsktu at vera ein aktivur partur av bretska kongshúsinum, og síðani fluttu tey til Norðuramerika. Í dag búgva tey í Montecito í Kalifornia.

Talsfólk hjá bretska kongshúsinum sigur, at drotningin, Charles prinsur og restin av kongshúsinum eru fegin um tíðindini, og William prinsur og hertogafrúan Kate hava eisini ynskt teimum til lukku á sosialu miðlunum.

Av tí at Lilibet Diana í løtuni er so langt niðri í arvarøðini, fær hon, eins og beiggi hennara, einki kongaligt heiti. Men tá abbi teirra, Charles prinsur, verður kongur, kunnu tey fáa heitini prinsur og prinsessa.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder