
Mikudagin kom fram, at talið á áheitanum til Kvinnuhúsið vóru øktar við 50 prosent í 2020 samanborið við 2019.
Kvinnuhúsið hevði fingið heilar 648 fráboðanir, ið var 116 fleiri enn í fjør. Av teimum vóru 264 áheitanir, sum snúðu seg um harðskap, har annar ella báðir partar vóru rúsaðir – væl meira enn tær 74 áheitanirnar, sum komu inn í 2019. Í seinna førinum er talan sostatt um ein vøkstur á 264 prosent.
Les eisini: Áheitanir um harðskap øktar við 50 prosent í 2020
At talið á fráboðanum er eksploderað í ár má takast í álvara, heldur Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi.
– Kvinnuhúsið ger eitt megnar arbeiði fyri harðskapsraktar kvinnur. Hetta týdningarmikla arbeiðið kann slett ikki undirmetast. Tær hjálpa kvinnum í neyðstøðum og geva møguleika fyri nýggjari byrjan. Men eingin ivi er um, at umstøðurnar hjá teimum at arbeiða undir mugu betrast, serliga nú fráboðanirnar eru so nógv øktar, sigur hon.
Hervør Pálsdóttir hevur tí spurt Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í almannamálum, hvussu hon ætlar at bøta um umstøðurnar á Kvinnuhúsunum, og um hon ætlar at hækka játtanina og útvega betri hølisviðurskifti til Kvinnuhúsið.
Skrivligi fyrispurningurin kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald