- Hattar er ein góður bátur, sum royndi seg væl í sjónum, sigur Arna Silvurstein, limur í Staðbundni nevndini í Hesti. Hon heldur tó ikki, at báturin er nóg góður í longdini.
- Hann er ikki nóg góður. Hettar er, sum eg dugi at síggja tað, ein fyribilsloysn, og hetta er eisini ein ókey fyribilsloysn, sigur Arna Silvurstein, sum sjálvandi ásannar, at tað altíð er ein vandi fyri, at loysnin verður meira varandi enn ætlað.
Les eisini: Hettar er ein varandi loysn
- Tá tað er sagt, so er hettar eitt framstig fyri okkum, at vit kunnu fáa nakrar eyka túrar, sum vit ikki hava havt, sigur Arna Silvurstein, sum heldur at tað hevur nógv at siga, at ein bátur verður settur av til oynna nú. Hon roknar tó við, at fólk fer standa eftir á Gomlu Rætt til nógvar túrar um summarið, tí báturin er ov lítil.
- Tá hugsar man bæði um ferðavinnubólkar, sum koma út, og tey vikuskiftini tá hoygging ella slaktið er, sigur Arna Silvurstein. Hon sigur at nýggi báturin eisini ger, at fólk kann flyta út í oynna og arbeiða í Havn, tí túrurin klokkan 07.00 um morgunin verður aftur á ferðaætlanini.
Les eisini: Spógvin ongin varandi loysn
- Tað hevur heilt víst nógv at siga, tí vit hava havt tað torført av, at vit ikki hava havt álítandi túrar og trupult við at hava ferðavinnu og annað virksemi her úti, sigur Arna Silvurstein.
Pápi Arnu, Jacob Pauli Silvurstein, ið tók ímóti Spógvanum úti á oynni, er samdur við Arnu í, at báturin er týdningarmikil fyri oynna. Hann heldur eisini, at báturin tekur seg væl út.
- Hettar er heilt sikkurt ein flottur bátur, sigur hann.
Hann sigur at tað hevur nógv at siga fyri oynna, at fastur túrur kemur til oynna aftur, hóast hann sjálvur ikki hevur ørindi í Havn ofta longur. Hann er tó glaður fyri møguleikan.
Les eisini: Spógvin eisini sigla til Kolturs
- Eg arbeiddi hjá Dugna í Havn, men tað er ikki ofta longur, at eg skal til Havnar. Men tað er gott at hava møguleikan, sigur Jacob Pauli Silvurstein at enda.
Jacob Pauli Silvurstein býr í Hesti (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald