2018-06-21 12:57

Høgni Lisberg, sum gongur undir listanavninum HOGNI, verður aftur at hoyra á G! Festivalinum í ár.
HOGNI er sera væl dámdur millum tónlistafólkið í Eysturoynni, og tey fegnast um at hann aftur fer at hugtaka fjøldina í Gøtu.
Sangirnir hjá HOGNI hava ferðast víða kring, og fleiri milliónir hava hoyrt hansara tónar. Tónleikur hansara hevur verið at hoyrt í sjónvarpssendingum og lýsingum úr USA til Avstralia.
HOGNI hevur eisini framført á kendum festivalum, eitt nú Roskilde Festival, Spot Festival, Iceland Airways, SXSW, Midem og Italia Wave.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald