Í hesum døgum er KOKS nógvi uppi at venda. Ikki orsakað av meira viðgongd, men umtalan kemur av, at Yvirfriðingarnevndin hevur avgjørt, at KOKS skal flyta burtur frá økinum Frammi við Gjónna, har Michelin-matstovan nú hevur heimstað. Undantaksloyvi, ið Gist og Vist hevur spurt um, varð ikki gingin á møti.
Les eisini: KOKS skal út um ein mánað
Hetta eru nógv ógvuliga ónøgd við. Høgni Sigrunarson Reistrup er ein av hesum, og hann setti eina undirskriftsinnsavnan í gongd, har fólk kunnu vísa sín stuðul til KOKS og harvið mótmæla avgerðini um at flyta matstovuna 1. september. Hann upplýsir fyri Portalinum, at tíðliga seinnapartin høvdu 2350 fólk skrivað undir. Vit spurdu hann, hvat tað var sum fekk hann at seta hetta í gongd:
- Tað er ófatiliga flott, at Føroyar hava eina matstovu við tveimum Michelin-stjørnum. Tað átti ikki at borið til, men starvsfólkini hava prógvað, at tað ber til. Rávørurnar eru føroyskar: Seyðakjøt, fuglur, fiskur, grønmeti, urtir, skeljadjór og annað. Alt tað sum fer fram á matstovuni er eitt bragd, og at matstovan hevur fingið so góða undirtøku kring allan heim. Tí er tað grundleggjandi órættvíst fyri føroyska matmentan og blómandi matvinnuna við nógvum ungum starvsfólkum, at Yvirfriðingarnevndin vil hava KOKS at steingja 1. septembur.
(KOKS sleppur sum nú er at verða verandi við Leynavatn august mánað út - Mynd: Ólavur Frederiksen)
Vit spyrja Høgna, um KOKS ikki, sum øll onnur, noyðist at fylgja reglunum ið eru:
- Tú kanst ikki gera lógir til alt. Og í hesum førinum noyðast vit at hyggja eftir heildini, og hvat gagnar føroyska samfelagnum. Støðan er fullkomiliga óskiljandi. Grundgevingin fyri, at matstovan skal steingja, er at talan er um ein arbeiðsskúr, sum bara kann nýtast til landbúnaðarendamál. Men mín spurningur er: Nær er ein bygningur landbúnaðarendamál? Nú verða føroyskar rávørur hagreiddar í bygninginum til tað besta, Føroyar hava at bjóða.
Hjá stigataranum til innsavnanini av undirskriftum snýr tað seg um rættvísi:
- Eg fór undir at savna undirskriftir fyri at fáa rættvísi fram. Og tað rættvísa er, at KOKS fær longt loyvið frammi við Gjónna. Sjálvur havi eg einki tilknýti til matstovuna, men eg og nógv við mær duga at síggja, at Yvirfriðingarnevndin má broyta avgerðina. Tað vóni eg inniliga, at Yvirfriðingarnevndin ger.
Høgna Reistrup leggur dent á tey ungu starvsfólkini, hvat tað er sum KOKS stendur fyri, og hann vónar inniliga, at nógv afturat skriva undir, og at virksemi við Gjónna kann halda fram:
- Matstovan arbeiðir við eini varðandi loysn. Tað ávirkar so als einki, at matstovan sleppur at halda fram at gera tað ógjørliga gjørligt frammi við Gjónna í eina tíð aftrat. Tað hava allir partar uppiborið. Sera nógv fólk standa aftan fyri ungu starvsfólkini á KOKS. Og eg vóni, at nógv fólk afturat fara at skriva undir og soleiðis stuðla matstovuni og øllum tí, hon umboðar og stendur fyri: KOKS er burðardygt, hevur virðing fyri rávørum og vísir nærlagni, arbeiðssemi. Innsavningin hevur eisini vakt ans uttanlands í matumhvørvinum, og tey standa púra spyrjandi og stuðla eisini starvsfólkunum á KOKS, so tey kunnu halda fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald