Innanlands

Hovstunnilin stongdur frá 10 til 12 í morgin

Landsverk upplýsir, at orsaka av Føroya Sunnasta Hálvmarathon, sum verður í Suðuroynni í morgin, verður víst til Hovsegg í tíðarbilnum

Runnið verður ígjøgnum Hovstunnilin (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Runnið verður ígjøgnum Hovstunnilin (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2019-09-20 17:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin skipar Hvistlan fyri Føroya Sunnasta Hálvmarathon. Byrjað verður við Stóra í Trongisvági, og endað verður á Vágseiði.

Føroya Sunnasta Hálvmarathon leygardagin

Í hesum sambandinum verður ikki koyrandi gjøgnum Hovstunnlinum í tíðarbilinum 10-12. Vegurin um Hovsegg skal ístaðin nýtast. Hetta upplýsir Landsverk.

Ferðslan millum Vág og Trongisvág verður generelt eisini nakað merkt av, at nógv fólk verða á gongubreytum og vegunum, og tí vónar Hvistan saman við Landsverki og løgregluni, at bilførarar vísa ans, soleiðis at øll fáa ein góðan túr, bæði tey ið ganga og renna og tey í bili. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder