Innanlands

Humaniter hjálp til neyðstaddar gentur í Bangladesh

Reyði Krossur í Føroyum sendir 400.000 krónur til Cox Bazar-økið 

2019-08-16 16:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá stríð brast á í Myanmar í 2017 førdi tað til eina av størstu humaniteru kreppunum í nýggjari tíð. Síðani eru yvir 900.000 fólk flýggjað til landspartin Cox Bazar í Bangladesh.

Fátæksligu korini í flóttafólkalegunum gera, at støðan hjá ungum gentum er serliga hættislig, tí tær eru eru í vanda fyri at vera fyri m.a. kynsligum ágangi, barnaarbeiði, harðskapi, vantandi heilsutænastum og útbúgving, ólóligum menniskjahandli og at gerast barnabrúðrar.

Reyði Krossur Føroya hevur tí gjørt av at senda kr. 400.000 til Cox Bazar, ið skulu brúkast til eina verkætlan, ið virkar fyri at menna tryggleikan og trivnaðin hjá ungum gentum, og samstundis upplýsa tær og styrkja teirra førleikar at taka avgerðir, sum hava eina jaliga ávirkan á teirra lívsleið, skrivar Reyði Krossur í tíðindaskrivi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder