
Hundaeigarar í høvuðsstaðnum kunnu gleða seg til seinnapartin. Tá letur nevniliga nýggj hundatrøð við Óðinshædd upp.
Trøðin er í frílendisætlanini fyri Boðanes - Hoydalar frá 2013 sett av til hundaøki.
– At hundaeigarar nú fáa eina trøð í býnum fer at verja náttúru, fuglalív og margfeldi í økinum, tí leysir hundar hava mangan verið at sæð fram við Hoydalsá og har um leiðir til ampa fyri fjølbroytta djóralívið í Niðastu Hoydølum.
– Nú hundatrøðin letur upp, er laga manni at brúka trøðna, sum er løgd av til júst hundar. Á trøðni kunnu fólk og hundar teirra ganga túr og fáa fríska luft, skrivar Tórshavnar kommuna.
Økið er longu stikað inni, og urtagarðsfelagið Hjálpirót er farið undir at gera gøtur á trøðni, men hóast ta arbeiðið ikki er liðugt enn, er tørvurin á hundaluftingarøki so stórur, at trøðin letur upp fyri almenninginum longu nú, sigur kommmunan.
Leiðreglur um økið verða festar upp á skelti. Góðir parkeringsmøguleikar eru í nærumhvørvinum, og beinkir verða settir upp inni á økinum.
Hundatrøðin við Óðinshædd letur upp í dag klokkan 14.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald