Innanlands

Í bíðirøð heimanífrá

Tjaldurs apotek hevur tikið app í nýtslu, sum ger, at fólk sum skulu ørindi har, kunnu stilla seg í kø heimanífrá

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-10-18 17:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hevur tú ørindi á Tjaldurs apoteki í Havn, so er ikki neyðugt longur at møta upp og síðani stilla seg í longu køina, sum javnan er.

Apoteksverkið skrivar á heimasíðuni, at ein app við navninum q-cloud er tikin í nýtslu, sum loyvir tær at stilla teg í kø heimini frá, og so fært tú boð, tá tín túrur nærkast.

Skipanin er fyribils bert galdandi á Tjaldurs apoteki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder