Okkurt bendir á, at tey flestu vildu hava jólainnkeypið avgreitt fríggjadagin, og fóru tí ikki út í gjár.
Tað var nevniliga óvanliga nógv ferðsla í Havn og til og úr býnum fríggjadagin.
Tí var væntað, at tað í gjár, tollaksmessudag, eisini fór at vera nógv ferðsla. Men soleiðis bleiv ikki, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.
- Eg havi ikki sæð nakað líknandi sum fríggjadagin, men tað bleiv ikki líka nógv í gjár. Tollaksmessudag var nógv ferðsla, men tað var eitt sindur seinni út á dagin. Nógva ferðslan byrjaði um døgurðatíð og var til klokkan fimm ella so seinnapartin, og so hæsaði av, sigur vaktleiðarin.
Tollaksmessudagur fall í ár á leygardag, tá vanliga nógv fólk fara í býin. Men helst hevur veðrið sett ein dempara á býarlívið, tí ikki so nógv fólk var úti, verður sagt av politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald