Innanlands

Innflutningurin vaksin 2,3 milliardir krónur seinasta árið

Størsti vøksturin stavar frá innflutningi av brennievni, sum er vaksin 716 milliónir krónur ella 71 prosent

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-07-13 18:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í tíðarskeiðnum juni 2021 til mai 2022 iinfluttu vit fyri 10,7 milliardir krónur, og tað er 28 prosent meira enn undanfarnu 12 mánaðirnar.

Størsti vøksturin stavar frá innflutningi av brennievni, sum er vaksin 716 milliónir krónur ella 71 prosent, og skipainnflutningurin er vaksin 573 milliónir krónur, skrivar Hagstovan.

Innflutningurin av tilfari og øðrum til vinnulívið er vaksin meira enn vørur til beinleiðis nýtslu. Eitt nú er rávøra til fiskavirking vaksin 313 milliónir krónur – ella 73 prosent – og tilfar "til aðra framleiðslu" er vaksið 403 milliónur krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder