Hevur tú eitt sindur av fýrverki eftir, sum tú ikki fekk skotið á nýggjárinum? Umhugsar tú at lata tað liggja til næstu ferð? Lat heldur vera, sigur IRF.
Gamalt fýrverk skal ikki goymast, tí tað kann kykna av sær sjálvum, og tí mælir IRF fólki frá at goyma tað til næsta nýggjársaftan.
- Fýrverk kann gerast óstøðugt og vandamikið, um tað liggur í hjalli ella ráligum kjallara, har hitin sveiggjar við árstíðini. Óstøðugt fýrverk kann elva til eldsbruna og annan skaða.
IRF mælir í staðin til, at fýrverkið verður burturbeint á rættan hátt, og hevur IRF eisini eina vegleiðing hesum viðvíkjandi.
Hvussu skal fýrverk burturbeinast?
Fýrverk kann latast í reyða posan hjá IRF.
Fýrverk kann eisini verða latið inn til eitt mannað endurnýtslupláss.
Fýrverk má endiliga ikki latast saman við vanliga ruskinum í ruskposar ella bingjur, tí tá er stórur vandi fyri, at eldur kemur í ruskið. Sum dømi kann nevnast, at eldur kom í ein ruskbil hjá IRF júst av hesi orsøk.
Við størri nøgdum av fýrverki til burturbeiningar, verða fólk biðin um at ringja til IRF fyri nærri vegleiðing. Somuleiðis verða skip og bátar, sum hava neyðbluss v.m. at burturbeina, biðin um at seta seg í samband við IRF.
Meira kunning fæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald