Nú eru sjey fráboðanir komnar um andlát millum fólk, sum eru vorðin koppsett í Íslandi.
Øll sjey vóru eldri fólk á røktarheimi, ið vórðu sjúk frammanundan.
Rúna Hauksdóttir Hvannberg, stjóri í íslendska apoteksverkinum, segði í vikuni, sambært RUV, at fleiri enn 60 fráboðanir eru komnar um hjáárin, síðan Ísland byrjaði at koppseta í desember. Tey flestu eru tó ikki álvarsom.
Eisini í Danmark og Noregi eru fráboðanir komnar um andlát millum tey, sum eru vorðin koppsett.
Í Noregi er talan um í minsta lagi 13 fólk, og í Danmark eru tvey deyð. Í øllum førum hevur talan verið um eldri og veikar borgarar.
Lars Fodgaard Møller, Landslækni í Føroyum, segði við Blaðið Vikuskifti í farnu viku, at hann ikki metti, at fólk skulu óttast at lata seg koppseta, tí vandin við koppsetingini er sera lítil í mun til tann vandan, sum er, um mann verður sjúkur við covid-19. Les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald