Umleið 3000 fólk savnaðust í Genoa í dag til eina almenna jarðarferð fyri tey, ið lótu lív, tá Morandi-brúgvin rapaði fyrr í vikuni.
41 fólk lótu lív í vanlukkuni, men bert 18 kistur stóðu í salinum. Familjurnar hjá fýra ungum ofrum valdu ikki at luttaka. Tey eru ill um vanlukkuna, ið nógv geva italska stýrinum skyldina fyri, skrivar The Guardian.
Summi vórðu eisini jarðað í heimbýi teirra fríggjadagin.
Millum gestirnar vóru italski forsetin, Sergio Mattarella, forsetisráðharrin, Giuseppe Conte, og varaforsetisráðharrarnir Luigi Di Maio og Matteo Salvani.
Blómur og myndir av offrunum, tað yngsta bert átta ár, prýddi kisturnar, og handlar og fyritøkur vóru stongdar á hesum sorgardegnum hjá Italia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald