Stóra søgan hjá útvarpinum bæði í gjár og í dag er søgan um fiskatorvur. Fyrst var sagt, at talan var um laks, men nú er ivasamt hvat slag av fiski talan er um.
Tað var ein borgari í Klaksvík, sum nýggjársaftan filmaði eina stóra fiskatorvu við bátabrýrnar. Hesin hevur starvast við laksi og smolti, og var sannførdur um at tað var laksur á upptøkunum. Eisini sigur útvarpið seg hava tosað við fiskifrøðing, sum sigur at fiskurin á upptøkuni í Klaksvík mest sannlíkt er laksur.
Skíggjamynd úr upptøkunum á kvf.fo
Á lokala miðlinum Norðlýsinum undrast tey á framferðina hjá Kringvarpinum.
- Flestu mundu vita um allan seiðin, ið hevur verið á Vágni nú í langa tíð og ikki minst skarvurin, sum í nógvar vikur hevur gjørt sær dælt av hesum tilfeingi. Tá eg hugdi at myndunum hjá Kringvarpinum í gjárkvøldið, var ringt hjá mær at koma til at hetta skuldi vera laksur, skrivar Oliver Joensen, blaðstjóri á Norðlýsinum.
Hann sigur, at hann á middegi í dag var við bátabrúgvarnar og hugdi.
- Jú, har svam ein stór torva av seiði, ella murtum, sum myndirnar vísa. Vit drippaðu dorgina niður í og tað var á beinan vegin "Havnalaksur”.
Bakkafrost er einasti alarin í økinum, og í gjár og í dag hevur stórt kanningararbeiði verið í gongd fyri at tryggja at laksurin ella fiskurin ikki kom frá teimum.
- Kanningarnar hjá teimum og órógvið hevur verið nógv, helst hava kavarar og onnur starvsfólk kostað alirisanum nógvan pening í gjárkvøldið og í dag, tí KVF gitti, at "laksurin" hjá teimum var komin frá alingini á Pollinum, skrivar Oliver Joensen á Norðlýsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald