Uttanlands

Jagstranin eftir upprunanum til covid-19 smittuna

Helst er talan um eitt roðsludjór – men ein serlig flogmús spælir eisini ein leiklut

Hetta roðsludýrið er undir illgruna fyri at vera upprunin til smittuna

Hetta roðsludýrið er undir illgruna fyri at vera upprunin til smittuna

2020-03-23 18:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Onkuntíð seint í november 2019 setti ein tá ókend virus seg fast í lunguni á einum fólki í Hubei-landslutinum í Kina.

Fýra mánaðir seinni er meginparturin av heiminum í undantaksstøðu, men vit vita framvegis ikki, júst hvar hesin nýggi fíggindi menniskjans stavar frá, ella hvar hann hevur fjalt seg áðrenn fólk byrjaðu at doyggja.

Tað er tó greitt, at sjúkan helst stavar frá einum djóri – spurningurin er bara hvørjum.

Í fyrstuni varð hildið, at dýrið var á einum marknaði í stórbýnum Wuhan, har kinesarar selja nógvar ymsar skabningar, antin til at eta ella brúka í siðbundnum kinesiskum heilivági.

Í desember vísti tað seg, at yvir helmingurin av fólkunum, ið vóru innlagd við hesum nýggja koronavirusinum, høvdu vitjað marknaðin í Wuhan. Men tann allar fyrsti sjúklingurin hevði ikki verið á hesum marknaðinum.

Granskarar funnu fram til, at fyrsta fólki varð smittað einaferð millum 22. og 24. november. Tað stendur at lesa í eini grein í Journal of Medical Virology

Ikki frá marknaðinum í Wuhan
Men blaðið South China Morning Post veit at siga, at fyrsti sjúklingurin var ein 55 ára gamal maður, sum møguliga varð smittaður longu 17. november.

So ástøðið um at tað vóru djór á marknaðinum í Wuhan, sum byrjaðu alt, heldur kanska ikki, skrivar tv2.dk.

So granskar spyrja seg framvegis, hvaðani sjúkan stavar. Kann hon vera komin frá eini flogmús, einum beltisdýri ella einum øðrum djóri? Stavar hon úr Hubei, ella kanska onkra aðrastaðni frá?

Kinesiskir granskarar hava nú kortlagt genini hjá virusinum og almannakunngjørt tað, so granskarar úr restini av heiminum kunnu hjálpa í stríðnum móti nýggju sjúkuni.

Tað vísir seg, at virussið er eitt sokallað betakoronavirus, og at tað er nær í slekt við SARS, sum var orsøk til 774 mannalív í 2002 og 2003.

Tá kom sjúkan frá einum desmardýri, sum møguliga hevði fingið sjúkuna frá eini flogmús í Guangdong-landslutinum í Kina.

Flogmýs av ávísum slag, eru kendar fyri at bera koronavirus.

Flogmýs bera koronasmittu
Granskarar hava í fleiri ár ávarað um vandan fyri at flogmýs bera koronasmittu. Í Yunan-landslutinum finst eitt slag av flogmús, Rhinolophus affinis, har 96 prosent av genunum eru tey somu, sum virussið, sum nú legst á fólk.

96 prosent felags gen ljóðar av nógvum, men fólk hava til dømis 98 prosent av sínum genum felags við sjimpansur, so tað er kanska ikki so nógv kortini.

Illgruni til roðsludýr
7. februar í ár komu granskarar eitt stórt fet nærri jagstranini eftir at finna smittukelduna.

Granskarar í Guangzhou funnu eina koronavirus í einum roðsludýri, og hon líktist í 99 prosent av genunum virusið, sum rakar fólk.

Sostatt kann vera, at eitt roðsludýr av slagnum Manis javanica, er berarin av smittuni.

Fyribils úrslitini av granskingini hjá profarrarunum Shen Yongyi og Xiao Lihua vórðu almannakunngjørd í tíðarritinum Nature. Úrslitið av granskingini er enn ikki kunngjørd í vísundaligari grein, og nú bendir nógv á, at tað ikki bara er hetta roðsludýrið, ið er keldan.

Tí seinni hava granskararnir sagt, at tað kortini bert er 90 prosent felags millum genini í virusinum hjá roðsludýrinum og hjá menniskjunum.

Hinvegin funnu kinesararnir útav, at ein munandi partur av virusinum hjá roðsludýrinum nærmast er meinlíkt virusinum, sum ger fólk sjúk.

Tað snýr seg um tann partin av virusinum, sum ger, at tað kann seta seg á nervaoddarnar á kyknunum í mannalungum, og harvið treingja inn í okkara likam.

Her var 99 prosent samsvar við virusið, ið gevur covid-19.

Tí halda granskarar framvegis, at roðsludýrið Manis javanica er ein partur av forkláringini, skrivar tv2.dk.

Tvey virus smeltað saman
Virussin, sum flogmúsin ber, kan, sambært kinesiskum granskarum, ikki seta seg á lungnakyknur hjá fólki, men nú halda granskarar, at flogmúsin kortini er partur av søguni.

Tí eitt slag av koronavirus frá flogmús kann vera smeltað saman við einum øðrum slag frá einum roðsludýri, og harvið skapa eitt slag, ið kann smitta fólk, ljóðar ástøðið nú.

At koronavirus kann tað, varð longu lýst í samband við SARS-farsóttina í nullunum, men tað krevur, at vertsdjórið er smittað við báðum virusum samstundis.

Og júst hvat djórið er fyri eitt, hava granskarar ikki funnið útav enn.

Professararnir Shen Yongyi og Xiao Lihua halda tó, at tað helst er eitt roðsludýr.

- Hesi djór hava møguleika at virka sum fyribils vertur fyri koronavirus, skriva professararnir, sum tí eisini ávara um at tamarhald ikki er á smugglingini av djórum. Slík roðsludjór verða nógv smugglað, verður sagt.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder