Sunnudagin 2. juli 2023 hava Marna Signy Olsen og Jákup Olaf Olsen diamantbrúdleyp. Í 60 ár hava foreldur okkara verið gift, og hava tit bæði livað eitt sera áhugavert og innihaldsríkt lív sum gift hjún. Just tað áhugaverda er at finna í samanrenningini ímillum tykkum bæði sum menniskju, har tit hava funnið javnvágina í ymiskleikanum hjá tykkum báðum, sum hevur verið drívmegin í tykkara spennandi og hendingaríka lívi.
Tit eru bæði vaksin upp í Vági, pabba úti í Toftalíð og mamma vesturi í Bø, men felags ættarbondini hjá tykkum báðum røkka heilt aftur gamla Jákup á Miðgerði í Kollafirði, hann sum seinni bygdi húsini Við Gjónna
Og netupp søgan og ættarbondini siga nógv um tykkara fyritakssemi og tykkara lív.
Pabba er føddur tann 23. apríl 1938 á vestara kamarinum uppi á loftinum í húsinum hjá Jákup Midjord á Øgrum, og fyrr í vár kundi pabba eisini runda tey 85 árini. Pabba er sonur Miu og Karl Olsen, og eftir at pabba varð føddur, fluttu tey til Vágs í nýggj hús, sum standa úti í Toftalíð ella vanliga rópt úti á ”Vendiplássinum”. Pabba er elstur av trimum beiggjum.
Lívið gekk sína gongd í Toftalíð, og húsini í grannalagnum vóru sum eitt, og børnini eins og tey vaksnu gingu inn til hvønn annan dagliga. Tey bond, ið har vórðu knýtt, vórðu knýtt fyri lívið. Heimið hjá ommuni og abbanum í Toftalíð stóð altíð opið, og var sum eitt heim fyri mong. Heimið var karmur um eitt ríkt mentanarlív, har alskurin fyri føroyskum kvæðaskaldskapi og fosturlandsrímum birtist. Hetta sæst aftur í teimum óteljandi skrivibókum, ið tú pabba avskrivaði kvæði og tættir í, og herav kemur tín framúr vakra hondskrift. Eisini er hetta ein av hornasteinum undir tínum yrkjaraevnum samantvinnað við, at tú hevur so mætar yrkjarar sum Poul Jóhannes táttayrkjarin og Poul F. sum nærmastu skyldmenn.
Tað fer í dag ikki ein føðingardagur ella serligt høvi í familjuni afturvið borðinum, uttan at pabba hevur yrkt ein sang, ið bæði er væl yrktur og situr væl í ljóð og rútmu. Nevnast kann eisini sangurin til «Vágsfjørð», har pabba hevur lagt ein av teimum allar vakrastu náttúrulýsingunum eftir seg.
Somuleiðis síggjast hesi evni aftur í tínum máta at rúnarbinda áhoyraran í tínari frásøgn, og tí var tað ikki so løgið, at valið fall á at útbúgva teg sum lærara.
Eftir loknan realskúla skuldi støða takast til, hvar leiðin skuldi ganga. Í 1957 fór tú pabba til Danmarkar, á Nr. Nissum Seminarum, sum fyrsti føroyingur nakrantíð. Her bergtók tú, hesin føroyski unglingurin mangan vestjyda, við tínum serliga verumáta og lyndi. Her knýtti tú mong vinarbond, sum eru eins sterk tann dag í dag.
Tað fer sjáldan eitt høvi afturvið borðinum, uttan at familjan savnast fyri at feira tað. Í fjør var høvi hjá familjuni at savnast tí, at mamma var komin trygt heim eftir drúgva skurðviðgerð í útlondum, og hjá pabba var tað 60 ára jubilæum, síðani hann bleiv liðugur sum lærari á Nr. Nissum seminarium sum fyrsti føroyingur, ið fekk læraraprógv har. Jubilæumsveitslan varð hildin i Danmark á Nr. Nissum, men tíverri kundi pabba og mamma ikki vera vid, og tí skuldi tað hátíðarhaldast saman við okkum í familjuni her í Føroyum. Pabba fortaldi nógvar góður søgur frá tíðini, tá hann og mamma lósu har. Tíðirnar vóru ikki tær somu sum i dag at ferðast, men tá tey høvdu verið heima á vitjan við Tjaldrinum, syrgdu tey altíð fyri at hava okkurt serligt føroyskt við aftur til skúlan. Einaferð tók pabba ein borðbát við, og eina aðru ferð eina flaggstong við Merkinum og við eini stórhvalatonn við fótin. Pabba, sum altíð hevur verið ivrigur fullveldissmaður, vildi vísa dønum okkara søgu og mentan. Tá pabba fekk prógvið handað fyri 60 árum síðani, bað rektor Högel pabba ganga yvir ímóti flaggstongini, sum pabba sjálvur hevdi givið skúlanum. Högel metti, at fyri pabba hevði tað alt at siga, at hann fekk handað prógvið undir tí føroyska Merkinum, og rætt hevði hann.
Heimanífrá hevði pabba sítt sjálvbjargnislyndi og hugsjónarliga viðføri, og hetta er sjónliggjørt og styrkt enn meira undir tíni lestrartíð á flatlondum. Tað er nokk her, at hugsjónin um einar sjálvbjargnar Føroyar komu inn í myndina, og sum eisini endurspeglaði seg í tínum langa politiska virki í býráði og á Løgtingi.
Mamma okkara, Marna Signy Olsen, fødd Holm, er fødd 1. des. 1940. Foreldur hennara vóru Alfred Holm, skipari, og Elsa Holm, ættað av Eiði. Mamma er næstelst av 7 systkjum. Alfred var skipari alt sítt lív. Hann fór til sjós, tá hann var 13 ára gamal og sum blaðungur fór hann at føra skip og var síðani skipari alt sítt lív, eisini undir krígnum, har hann sigldi øll krígsárini m.a. saman við bróðuri sínum, Esbern, sum eisini gjørdist skipari.
Marna, mamma okkara, vaks upp vesturi á Oyralagnum í Vági. Tíðliga sást, at mamma hevði sera góð bóklig evnir. Alfred abbin plagdi at taka til: ”Lat Marnu sleppa at lesa”, og hon slapp tí uttan iva ofta undan at taka eina hond í. Hugurin var so sterkur til bókina, at mamma mangan sat úti á trappusteininum og las til sólin fór niður. Mamma tók realprógv í Vági í 1957 við útmerkilsi. Eftir lokna skúlatíð fór hon vestur á Garðarnar at arbeiða á kontórinum. Gamli á Gørðunum var sera væl nøgdur við hennara arbeiði, og varð tí sera harmur, tá ið hon ein dagin segði við hann, at hon ætlaði sær til Danmarkar at lesa. Um jóltíðir í 1958 var mamma úti hjá Johannus Andreas Næss og fekk hann at hjálpa sær við at finna ein góðan skúla i Danmark og at skriva umsókn. Næss man ivaleyst hava vitað, at ungur vágbingur var staddur á Nørre Nissum Seminarium og hevur tí helst havt eina ætlan í huga, tá ið hann sendir umsóknina hjá mammu til Nørre Nissum Seminarum, har pappa longu var byrjaður at læra til lærara.
Við dugnaligu evnunum hjá mammu, slapp mamma undan at taka fyrireikingarár fyri at sleppa inn á læraraskúla. Mamma byrjaði at læra til lærara á Nørre Nissum Seminarium í 1959. Eftirmælið hjá mammu, sum lærari við Vágs skúla, er framúr gott. Mangan møta vit næmingum, sum mamma hevur havt í skúlanum, ið taka til, hvussu fakliga dugnalig hon var við framúr góðum evnum at læra frá sær. Fakliga og námsfrøðisliga støðið í hennara frálæru var høgt, og setti hon høg krøv bæði til sín sjálvs og til sínar næmingar.
Ivaleyst hevur tað verið hugaligt hjá unga føroyinginum at fáa vøkru og dugnalig vágsgentuna at práta við, tí mangan kundi tað tykjast einsligt hjá føroyinginum í Norður-vest Jytlandi. Pabba og mamma gjørdust skjótt par og mangar eru søgurnar, sum kundu verið tiknar fram til eitt slíkt høvi. Tað var ikki bert pabba, sum hevði gott eyga til ungu og dugnaligu vágsgentuna. Pabba mátti tí gera skjótt av, tí fleiri danir vóru eisini bergtiknir av hesu vøkru føroysku gentuni. Tey hildu jól tríggjar ferðir niðri og longu fyrsti jólini, tey hildu í Danmark, gjørdust mamma og pabba ringforlovað heima hjá familjuni Korsgaard, sum vóru foreldrini hjá Kristian Korsgaars, sum gekk í sama flokki sum pabba. Heimið hjá familjuni Korsgaard gjørdist teirra danska heim og hava okur sum børn mangan verið har og vitja um sumrarnar.
Mamma tók læraraprógv í 1963 og pabba starvaðist sum lærari hetta seinasta árið í Thyborøn, meðan hann bíðjaði til mamma gjørdi seg lidna.
Tey komu síðan heim til Føroyar í 1963 og fingu lærarastarv við Vágs skúla.
Hetta er ikki so undarligt, tá hugsað verður um, at mamma og pabba tóku nýggja námsfrøði og hugsan um frálæruhættir við sær heimaftur til Føroya. Í hesum nýggju hugsjónunum løgdu tey dent á, ikki bert tað fakliga og námsfrøðisliga, men eisini tað kreativa og heila menniskja. Við m.a. at føra sjónleik, nýggjan ítrótt og tilevning inn í skúlaskapin, megnaðu tey at menna tað einstaka individið soleiðis, at tað gjørdist í samljóð í felagsskapinum.
Sunnudagin 30 juni í 1963 legði Alfred abbin ”Magnus á Gørðunum” fullfermdan at kai í Vági og nú var um at gera skjótt av við giftuni, tí abbin skuldi til Onglands at selja fiskin. Longu tveir dagar seinni, týsdagin tann 2. juli, ringdi brúdleypsklokkurnar í Vágs kirkju fyri mammu og pabba. Brúdleypið stóð í ”Framtíðini” har m.a. øll manningin á ”Magnus á Gørðunum” var við og stórur partur av bygdafólkinum.
Tað ber illa til at nevna mammu uttan at nevna pabba og øvugt, tí tey hava snøkt sagt bæði verið saman um alt. Lærarayrkið gjørdist teirra lív og hevur skúli og skúlaskapur verið snúningsásin í teirra lívi og harvið eisini í okkara uppvøkstri. Hetta er helst orsøkin til, at vit øll 3 systkini hava starvast innan skúlaverkið. Man kann ikki siga annað enn, at tað var ein tryggur og góður uppvøkstur vit hava fingið, har krøv og skyldur eins væl og stimbran og eggjan hevur verið reyði tráðurin í okkara uppvøkstri. Seinni hava vit altíð verið stuðlaði í at nema okkum kunnleika fyri síðan at bera hann víðari, og hetta er í grundini grundarsteinurin undir øllum skúlaskapi, vinnulívi og politikki, sum vit børn á hvør sín hátt hava havt við at gera.
Umframt eitt langt lív sum lærarar, so kundi onnur áhugaverd viðurskifti verið tikin fram og heilar bøkur kundi verið skrivaðar um bóndalívið, reiðaralívið og politiska lívið, sum á hvør sín hátt myndar tykkara spennandi og áhugaverda lív. Tó er tað, sum liggur okkum nærmast á sinni, tey virðir, sum tit hava staðið fyri, og sum tit hava lagt okkum í beinini. Tit hava altið verið fyrimyndir á hvør sín hátt, tá ræður um at taka avgerðir á røttum grundarlagi. Tey virðir, ið vórðu grundfest í barnaárunum í okkara heimi og í heiminum úti á Vendiplássinum, sum altíð stóð opið, har var høgt til loftið og vítt til veggja, hugsjónarliga og menniskjaliga rúmsátt, har øll vóru vælkomin og meiningar vórðu bornar fram. At tora at hugsa nýggir tankar, og dirvi at geva sínar meiningar til kennar, var virðismett. Ongantíð varð tikið dagar ímillum høgan ella lágan, tað at síggja tað virðismikla í tí einstaka, og at vit skulu vera móti øðrum, sum vit ynskja, at onnur skulu vera ímóti okkum, hevur verðið kjølfestið í hugaheiminum hjá okkum børnum. At verða sjálvbjargin grundað á tey kristnu virðini og ganga okkara egnu leiðir - hvørt menniskja sær - soleiðis skulu vit skapa okkara tilveru.
Hesi virði hava tit eisini langt niðurí ommu og abbabørnini, Bjørk, Leu, Markus, Bjarna og Jákup, sum dagliga hava vitjað tykkum í tykkara heimi á Marknagili, serliga nú tey hava gingið á skúlanum á Fløtum og á Glasir. Hóast tykkara høga aldur royna tit at leggja somu virðir niður tykkara 3 langommu og langabbabørn, Norðan, Orku og Tjóð, sum øll eru líka góð við tykkum.
Góðu mamma og pabba, tit hava ríkað okkara lív á óteljandi økjum, sum vit eru sera takksom fyri, og tað kann tað ikki lýsast við orðum, tað sum tit hava verið fyri okkum og okkara. Hjartaliga til lukku við diamantbrúdleypinum, og vit gleða okkum at feira hendan hátíðardagin saman við tykkum á Mølini í Skálavík
Við takkarkvøðu
Elsa Maria, Martin Karl og Annika við familjum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald