Uttanlands

James Bond bilur seldur fyri 43 milliónir krónir

Hetta er hægtsti prísurin nakrantíð fyri ein Bond-bil

Aston Martin DB5 (Mynd: CNN)

Aston Martin DB5 (Mynd: CNN)

2019-08-16 12:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í teimum mongu James Bond-filmunum sæst bretska MI6-hetjan koyra í nógvum flottum bilum. 

Á einari uppboðssølu í Monterey, California í gjár varð ein av hesum slagnum keyptur fyri heilar 6,4 milliónir dollarar - 43 milliónir krónir. Hetta skrivar CNN

Talan er sjálvandi um ein Aston Martin. Hesin DB5 er tann dýrasti James Bond-bilurin nakrantíð - hóast hann ikki er brúktir í nøkrum av filmunum.

Hann er tó til reiðar at koyra, og Aston Martin-bilurin hevur fleiri tól innbygd, ið kunnu síggjast í filmunum um Bond. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder