2020-11-30 16:25

Komandi amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur mánadagin tilnevnt fyrrverandi stjóran í amerikanska meginbankanum, Janet Yellen, sum sín fíggjarmálaráðharra.
Um Janet Yellen verður góðkent, gerst hon, sambært Ritzau, fyrsti kvinnuligi fíggjarmálaráðharrin í søguni hjá USA.
74 ára gamli búskaparfrøðingurin Janet Yellen, varð sædd sum ein av favorittunum at taka yvir sum fíggjarmálaráðharri í komandi umsitingini hjá Joe Biden.
Hon var stjóri í amerikanska meginbankanum í árunum 2014 – 2018.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald