2018-09-08 22:22
Talið av deyðum, eftir at ein jarðskjálvti rakti japansku oynni Hokkoaido hósdagin, hækkar.
Sum nú er, eru ymiskar fráboðanir um talið av deyðum.
Lokala myndugleikarnir á Hokkaido siga sambært tíðindastovuna AFP, at 30 fólk eru deyð og 9 eru horvin.
Sambært týsku tíðindastovuni DPA, sigur Yoshihide Suga, ið er talsfólk fyri stýrið í Hokkaido, at 21 fólk eru deyð, meðan 13 fólk eru horvin.
Hósdagin boðaði AFP frá, at í minsta lagi 9 fólk vóru deyð, og at uml. 30 fólk vóru horvin.
Japansk bjargingarfólk arbeiða triðja dag á rað við at bjarga fólki.
Jarðskjálvtin varð máldur uml. 6,6 á Richerstiganum.
Les eisini: Ógvusligur jarðskjálvti rakt Japan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald