Mentan

Jóan Pauli Joensen við nýggjari bók á 75 ára føðingardegnum

Hevur skrivað verk um hvussu føroyingar hava livað og búð

Jóan Pauli Joensen (Mynd: Finnur Justinussen)

Jóan Pauli Joensen (Mynd: Finnur Justinussen)

2020-04-30 07:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag 29. apríl kemur nýggjasta bókin hjá Jóan Paula Joensen út. Dagurin í dag er samstundis 75 ára føðingardagur hjá professaranum og fyrrverandi rektaranum á Fróðskaparsetri Føroya.

”Í stovuni sofu, í køki komfýr lýsir”, hvussu vit hava búð og búleikast her á landi frá miðøld til 1960. Serligur dentur verður lagdur á tíðarskeiðið millum 1800 og 1960. Frá langhúsum og kroysum úr gróti og flagi til nýtíðarhús. Hvussu ávirkan uttaneftir fekk fólk at gera meira burturúr og smátt um smátt at fara undir at gera húsini betri og liviligari. Frá roykstovu og útundirgerð til glasstovu, frá moldgólvi til timburgólv.

Vit fylgja við, hvussu húsasniðini broytast, tá ið menn fara uttanlands at læra húsasmíð. Hvussu stættarmunur fer at avmyndast í húsunum og ikki minst í stovunum. Hvussu vit gerast brúkarar og fara at keypa lampur og komfýrar, fínt innbúgv og køksútgerð, borðútgerð og glæstrilutir sum urtapottar og myndir og annað at heingja á bróstini í stovunum og gardinur fyri vindeyguni. Alt slíkt, sum kundi síggjast og siga øðrum, hvørji vit vóru.

Tey nýggju húsini vóru sprottin úr einum borgarligum lívsformi, ið var at finna í grannalondunum. Húsini høvdu dagligstovu, spísistovu, gestakamar og køk við spískamari.

Tey fínastu húsini høvdu trimpil og kvist og jarntak. Komfýrar, innlagt vatn, petroliumslampur, primus, primusbakarovnur og aðrir hópframleiddir brúkslutir gjørdu alt liviligari í køkinum.

Ein sjaldsama áhugaverd bók, sum sær allar hesar broytingar í etnologiskum ljósi, sum Jóan Pauli so meistaraliga væl dugir at greiða frá.

Bókin verður løgd fram á einum ”Orð og tónar”-tiltaki, sum forlagið Sprotin skipar fyri klokkan 21 í kvøld. Tiltakið verður stoymt á netinum, og sum verður víst beinleiðis í KVF.

Tað verður Andras Sólstein, ið fer at práta við Jóan Paula um nýggja verkið.

Aftur við fara vit at hoyra tónar frá Birita Adela og Jóhannes Andreassen. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder