Uttanlands

Joe Biden vann stórsigur í South Carolina

Er nú aftur við í stríðnum áðrenn stóra super týsdagin í ovurmorgin

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-03-01 13:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi amerikanski varaforsetin, Joe Biden, fekk uppreisn og stórsigur á undanvalinum í South Carolina í gjár. Hann var frammanundan favorittur í hesum statinum, men eftir fleiri vánalig úrslit, vóru vónirnar minkandi.

Men demokratisku veljararnir í South Carolina sviku ikki fyrrverandi varaforsetan hjá Barack Obama. Tá næstan allar atkvøðurnar vóru upptaldar, hevði Joe Biden fingið 48,4 prosent av atkvøðunum.

Hetta var ein sera týðandi sigur fyri Biden undan næsta undanvalinum týsdagin, sum er sokallaði Super Tuesday, tá 14 statir skulu velja og nógv kann verða avgjørt.

Við knapt 20 prosentum av atkvøðunum tryggjaði Bernie Sanders sær annað plássið, meðan Pete Buttigieg, Elizabeth Warren og Amy Klobuchar fingu undir tíggju prosent av atkvøðunum.

Við stórsigrinum í South Carolina er Joe Biden nú aftur millum tey fremstu í stríðnum um at gerast forsetavalevni fyri demokratarnar.

Í løtuni er støðan tann, at Bernie Sanders liggur fremst við 57 valfólkum, Joe Biden er komin upp á 51, Buttigieg hevur 26, Warren 8 og Klobucher 7. Tom Stayer og Tulsi Gabbard hava onki valfólk fingið valt enn, og heldur ikki Michael Bloomberg, sum ikki alment gerst partur av valstríðnum fyrr enn nú á super týsdegnum.

Men enn er langt upp til 1.991 valfólk, sum krevjast fyri at tryggja sær at gerast endaliga valevni, sum skal stríðast móti Donald Trump á sjálvum forsetavalinum í november.

Stórir og fólkaríkir statir sum Texas og Kalifornia eru upp á spæl týsdagin, og her verður mett, at Sanders hevur møguleika fyri at vinna, skrivar dr.dk.

Steyer takkar fyri seg
Tað forsetavalevni, sum hevði gjørt mest til tess at tryggja sær eitt gott úrslit í South Carolina, var Tom Steyer. Men eftir vánaliga valið hevur hann valt at gevast í stríðnum.

- Eg havi sagt, at um eg ikki kundi finna vegin til sigurs, so fór et at taka meg aftur. Og fyri at vera ærligur, so síggi eg ikki møguleikan hjá mær at gerast forseti, segði ríkmaðurin Tom Steyer í nátt.

Steyer hevur – eins og Mike Bloomberg – sjálvur fíggjað valstríðið og legði nógv fyri so hann kundi vinna í South Carolina og hervið tryggja sær eitt útgangsstøði áðrenn Super Tuesday, men enn hevur tað ikki eydnast honum at tryggja sær eitt einasta valfólk.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder