
Í Sambandsflokkinum er eisini markantur meiriluti fyri at geva samkyndum foreldrum sama rætt, sum hinskynd, tá tað snýr seg um barsilsgjald. Tað vísir veljarakanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti.
Harvið kann sigast, at sambandstinglimurin Johan Dahl hevur uppbakning frá floksins veljarum, tá hann sigur seg ætla at atkvøða fyri, um landsstýrið ikki kemur við einum betri alternativi áðrenn málið kemur aftur úr nevnd.
Hjá hinum flokkunum er tað fleiri veljarar, sum eru í móti enn fyri. Greiðast hjá Miðflokkinum, har 78 prosent svaraðu “nei” og lutfalsliga nógv – 19 prosent – svaraðu “veit ikki”.
Meira um kanningina kann lesast ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald