Nú eru Heiðrik á Heygum og Lea Kampmann handan Einangran aftur klár við nýggjum staklagi. Lagið "Kærleiksvísa" er av komandi plátu teirra, Vendir vindar, ið verður givin út 29. september.
Heiðrik á Heygum og Lea Kampmann eru sangarar og sangskrivarar, ið sótu føst í somu íbúð í Keypmannahavn í fýra mánaðar, tá koronufarsóttin legði landið lamið í mars 2020. Úrslitið av samstarvinum varð EPin, Einangran, har lagið, "Kanska" gjørdist ein landaplága í Føroyum, og vann heiðurslønina fyri besta lag á FMA 2020.
"Kærleiksvísa", ið kann hoyrast her, er síðsta staklagið, ið verður givið út, áðrenn plátan kemur út í september. Sangurin snýr seg um eitt par, ið avger at taka lívsins leið saman gjøgnum ringt og gott. Stuðla og elska hvørt annað gjøgnum lívið, skrivar Einangran í tíðindaskrivi.
Dreymakenda framleiðslan er skapað av navnframu framleiðarunum, Janusi Rasmussen, ið m.a. er kendur frá BYRTA og Kiasmos, og Sakarisi Joensen, ið er kendur sum einstaklingatónleikari undir egnum navni, og sum framleiðari fyri millum onnur Frum og Frostfelt.
Í sambandi við komandi útgávu teirra, hava Einangran útgávukonsert í Norðurlandahúsinum 28 oktober. Eisini hava tey útgávukonsert í Nordatlanensbrygge í Keypmannahavn 27. oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald