
Veturin byrjar nú at vísa seg á okkara leiðum. Í dag merkist kuldin, og fjøllini eru hvít oman móti garðunum.
Hetta veðrið við høgættarkulda heldur fram í kvøld og í nátt. Sambært DMI skal roknast við fitt av vindi av útnyðringi og norði og kulda heilt niður móti frostmarkinum.
Í morgin minkar vindurin aftur og tað gerst nakað lýggjari.
Men um vikuskiftið fer eitt nýtt lágtrýst at ávirka veðrið á okkara leiðum.
Fríggjakvøldið kann roknast við stormi ella kolandi stormi við vindi upp í 30 metrar um sekundið úr útsynningi. Leygardagin verður eisini nógvur vindur at útsynningi og vestri og ávarað verður um hvirlur upp í ódnarstyrki, 35 metrar um sekundið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald