
Á fundi í farnu viku tók Farsóttarnevndin avgerð um at leingja skipanina við kravdum koronakanningum við komu til Føroya. Skipanin er nú galdandi til 31. mars næsta ár.
Orsøkin til hesa avgerðina er, at Farsóttarnevndin metir, at hesar kanningar hava verið eitt sera munagott tiltak í stríðnum móti covid-19 í Føroyum.
Í tíðindaskrivi undirstrikar Michael Boolsen, fúti og formaður í Farsóttarnevndini, tó, at kanningin við komu ikki er nóg mikið.
Tað er framvegis umráðandi hjá føroyingum at standa saman um at halda tey tilmæli, sum eru galdandi um frástøðu, gott reinføri, at halda seg heima, um mann heldur seg verða smittaðan, og at bera seg skynsamt at. Eisini er framvegis umráðandi at lata seg kanna á sætta degi eftir komu.
Kravið um at lata seg kanna við komu hevur verið galdandi síðan 27. juni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald