Gaston Browne, forsætisráðharri í karibiska oyggjalandinum Antigue og Barbuda, ætlar innan fyri komandi trý árini at útskriva fólkaatkvøðu um, hvørt landið skal gerast eitt lýðveldi.
Landið er eitt av bretsku Commonwealth-londunum, sum eru lond, sum hava verið partur av bretska stórveldinum, og framvegis hevur bretska kongin ella drotningina sum statsyvirhøvur.
Nú Elizabeth drotning er deyð, hevur Gaston Browne undirskrivað eitt skjal, sum viðurkennur Charles kong sum teirra kong, og tað var stutt eftir hesum, at hann boðaði frá ætlanini um fólkaatkvøðu.
– Hetta er ikki ein illviljað gerð ella ein roynd at gera mun á Antigua og Barbuda og kongsveldið. Men hetta er síðsta stig at fullfíggja ætlanina um fullveldi og fyri at tryggja, at vit veruliga eru ein sjálvstøðugur statur, sigur hann sambært Ritzau.
Longu í apríl boðaði forsætisráðharrin frá, at oyggjalandið ynskti at gerast lýðveldi. Tað segði hann í sambandi við vitjan hjá Edward prinsi, ið er yngsti sonur Elizabeth drotning.
Tá William prinsur og kona hansara, Kate, sum nú eru prinsur og prinsessa av Wales, vitjaðu Jamaika í mars, ásannaði prinsurin eisini, at dagarnir hjá bretska kongsveldinum í Karibia kunnu vera taldir, og var tað upp til fólkið í landinum at avgera, hvussu skuldi vera í framtíðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald