Innanlands

Katrin Krossteig hevði 20 ára starvsdag á Stjørnulon

Hetta samstundis við at dagtilhaldið fríggjadagin hevði 20 ára stovningardag

Leiðarar og starvsfólk á stovninum fingu blómutyssi og annað. Stjørnulon er dagtilhald fyri brúkarar við demenssjúku á Íslandsvegnum (Mynd: torshavn.fo)

Leiðarar og starvsfólk á stovninum fingu blómutyssi og annað. Stjørnulon er dagtilhald fyri brúkarar við demenssjúku á Íslandsvegnum (Mynd: torshavn.fo)

2024-11-07 14:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjadagin 1. november var hátíðarhald í Stjørnulon í sambandi við, at tilhaldið fylti 20 ár.

Eisini varð tað í sambandi við, at Katrin Krossteig hevði 20 ára starvsdag hjá Tórshavnar kommunu.

[object Object]
Katrin Krosstein fær gávu (Mynd: torshavn.fo)

Stjørnulon er dagtilhald fyri brúkarar við demenssjúku og heldur til í hølunum hjá Kiwanis á Íslandsvegnum í Havn.

Í sambandi við hátíðardagin bar borgarstjórin fram heilsu til starvsfólk og búfólk á stovninum. Eisini fekk Katrin Krossteig eina heilsu á sínum 20 ára starvsdegi.

[object Object][object Object]

Kelda: torshavn.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder