Fáar dagar eftir, at Meng Wanzhou, fíggjarstjóri í Huawei varð leyslatin í Kanada, vórðu teir báðir kanadisku ríkisborgararnir, Michael Kovrig og Michael Spavor leyslatnir í Kina.
Teir báðir, ið vóru skuldsettir fyri njósning, sótu í fongsli í Kina í meira enn 1.000 dagar. Michael Spavor fekk ein dóm uppá 11 ár, meðan Michael Kovrig bíðaði eftir sínum dómi.
Fleiri lond hava lagt Kina undir at fremja gíslapolitikk, meðan Kina hevur lagt Kanada undir at hava framt tilvildarligar handtøkur. Umboð hjá kinesisku stjórnini siga nú, at Michael Kovrig og Michael Spavor vórðu leyslatnir av heilsuávum, skrivar DR.
Les eisini: Kanadiskir ríkisborgarar slopnir heimaftur úr Kina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald