Mentan

Kit Harrington og Rose Leslie gift

Í "Game of Thrones" spældu tey at vera forelskaði, og í gjár vórðu tey gift í veruleikanum

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-06-24 15:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tey funnu saman í 2012 og megnaði at halda parlagið loyniligt í fýra ár, áðrenn miðlarnir funnu útav tí. Í september í fjør varð tað almannakunngjørt, at tey skuldu giftast.

Í "Game of Thrones"-røðini spæla tey ávikavíst Jon Snow og Ygritte.

Kærleikin teirra millum fekk brádliga ein enda í røðini, tá Ygritte doyði í fjórðu sesong. Men í gjár søgdu tey also ja við hvønnannan í Skotlandi, skrivar TV2.

Fleiri sjónleikarar úr "Game of Thrones" vórðu boðin í brúdleyp, m.o. John Bradley, Emilia Clarke, og Peter Dinklage, ið spæla at vera ávikavíst Samwell Tarly, Daenerys Targaryen, og Tyron Lannister.

Kit Harrington verður aftur at síggja á skíggjanum sum Jon Snow næsta ár í síðstu sesongini av "Game of Thrones".

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder