
Vitjanartalið í Klaksvíkar svimjihøll er voksið støðugt síðani vælveruøkið í svimjihøllini lat upp fyri góðum tveimum árum síðani. Nú verður økið uttanfyri eisini gjørt liðugt, og merkir tað, at gjørt verður klárt til eitt uttandura sauna, eina terassu og ein heitan útipott.
Harumframt eru pengar settir av til liðugtger av rennibreytini, spæliland, sitipláss við Djúpumýru, fyrireikingararbeiði til fimleikahøll og til kappróðrarneyst niðri í miðbýnum.
Klaksvíkar býráð hevur raðfest 78,2 mió. kr. til íløgur komandi ár. Somuleiðis hevur býráðið samtykt, at skattaprosentið verður óbroytt 20,75%, og barnafrádrátturin 5.500 kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald