Ein av heilt stóru hendingunum hjá bátafólkinum í Føroyum, er regattan, sum Hósvíkar Róðrarfelag skipar fyri á hvørjum ári
Regattan 2019 verður nú um vikuskiftið. Luttakandi bátarnir savnast á Eiði, har ætlanin er, at árabátarnir skulu loysa klokkan 17 og motorbátarnar klokkan 17.45 við kós suður gjøgnum Sundalagið til Hósvíkar.
Í Hósvík verður so borðhald í bygdarhúsinum, og seinni verður hugni kring bátahylin. Eitt neyst er innrættað sum musikkstað, og har fara Hanus G. Johansen og Ester Kristiansen at framføra.
Seinni verður felagssangur og røðari í ár verður Emil Olsen, prestur.
Um náttina verður dansur í bygdarhúsinum har ein bólkur úr Fuglafjarðar Harmonikufelag fer at spæla.
Leygarmorgunin verður morgunmatur. Vanligt er, at nógvir av bátunum, sum eru við á regattuni leygardagin leggja kósina víðari til Nólsoyar fyri at vera við á Ovastevnuni har, sum verður allan leygardagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald