Innanlands

Knústi glas í andlitið á einum manni

Útlendski maðurin fekk fýra mánaða treytaleysa fongsulsrevsing, og sleppur ikki til Føroya næstu trý árini

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-10-13 15:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eitt mál millum tveir útlendingar var í Føroya rætti í gjár, um snýr seg um, at ein maður skal hava knúst eitt glas í andlitið á einum øðrum á einum vertshúsi í Havn.

Hann hevur fingið fýra mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri grovan harðskap. Tað veit útvarpið í dag.

Hendingin fór fram 10. september. Dømdi maðurin sum er síðst í 30unum, og rætturin gav eisini ákæruvaldinum viðhald í, at hann skal vísast úr Føroyum.

Maðurin noktaði seg sekan, tí hann einki minnist til hendingina, segði hann.

Báðir menninir, sum vóru útlendskir, vóru í Føroyum í arbeiðsørindum, sigur útvarpið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder