Tað hevur ikki ávirkað tær báðar Michelin-stjørnurnar hjá matstovuni Koks, at hon er flutt frá Leynarvatni til Ilimanaq í Grønlandi.
Fyrr í kvøld vóru norðurlendsku Michelin-stjørnurnar fyri 2022 býttar út, og her kundi staðfestast, at Føroyar varðveittu sína tvey-stjørnaðu Michelin-matstovu, hóast hon er flutt av landinum.
Tí Koks er framvegis á listanum yvir tvey-stjørnaðar matstovur, og talan er um Koks við bústaði við Leynarvatn.
Í guide’ini verður sagt, at Koks hevur flutt bústað til Grønlands komandi tvey sumrini, men ætlar at flyta aftur til Føroyar í 2024.
Annars verður greitt frá, hvussu ein kann uppliva góðbitar í einum hjalli við vatnið fyri síðan at verða fluttur niðan í gamla bóndagarðin til stórfingnar og eksperimentarandi matupplivingar. Tað er sostatt upplivingin frammi við Gjónna, sum verður virðismett í ársins Michelin-guide, og ikki Koks í Grønlandi.
Afturat Koks eru tvær aðrar føroyskar matstovur eisini tiknar við í Michelin-guidena, tó uttan at fáa stjørnu ella ein sokallaðan Bib Gourmand.
Kortini fáa ‘avleggararnir’ hjá Koks, tær báðar matstovurnar í Gongini heima í Havn, Ræst og Roks, heiður við bara at verða tiknar við og fáa viðmæli í guide’ini, ið verður mett at vera tann tignarligasta millum nógvar guidir fyri tær bestu matstovurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald