2018-06-20 13:23
Eftir øllum at døma verður væl dámdi live tónleikurin hjá Konfekt aftur á skíggjanum fríggjakvøldið, tá Gekkurin verður spældur.
Hesaferð er høvuðsvinningurin heili 3,4 mió. kr. og Kringvarpið tykist at gera eitt sindur meiri burturúr enn vanligt.
Á Instagramvanganum hjá Kringvarpi Føroya er mynd av væl klæddu harrunum úr Konfekt. Væntast kann tí, at Gekkurin fríggjakvøldið verður kryddaður við live tónleiki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald