Uttanlands

Konservativi flokkurin fingið nýtt forfólk

44 ára gamla Kemi Badenoch gjørdist í gjár nýggj forkvinna hjá Konservativa flokkinum í Stórabretlandi

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-11-03 10:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár fekk Konservativi flokkurin í Stórabretlandi nýtt forfólk.

Nýggja forkvinnan í flokkinum er 44 ára gamla Kemi Badenoch. Hon hevur verið limur í bretska tjóðartinginum síðan 2017, og hevur hon eisini verið ráðharri í handilsmálum.

Kemi Badenoch hevur ættarbond til Nigeria og er fødd í Wimbledon í London. Hon er uppvaksin bæði í Nigeria og USA, og sum 16 ára gomul flutti hon aftur til Bretlands.

Eftir at fyrrverandi forsætisráðharrin og konservativi formaðurin Rishi Sunak boðaði frá, at hann legði frá sær, eftir at hava tapt tjóðartingsvalið í juli, bjóðaðu seks valevni seg fram at yvirtaka leiðsluna.

At enda vóru bert Kemi Badenoch og Robert Jenrick, fyrrverandi ráðharri í integratiónsmálum, eftir.

Beint undir 73 prosent av limunum í Konservativa flokkinum høvdu atkvøtt á formansvalinum. Badenoch fekk 53.806 atvkøður, meðan Jenrick fekk 41.388 atkvøður, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder