2018-06-29 10:14
Nógv eru lombini um hesa tíðina, og tíverri merkir hetta, at fleiri eru óheppin at koyra á hesi.
Hetta hendi í nátt, tá ein bilførari koyrdi eftir Oyggjarvegnum. Komin til Hundsarabotn leyp eitt lamb út á vegin, og bilførarin megnaði ikki at steðga ella stýra undan.
Bilførarin boðaði løgregluni frá hesum, og bóndin hevur fingið boðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald