Innanlands

Koyrdi á skeivari breyt - ein annar koyrdi yvir reytt ljós

Nøkur ferðslubrot í høvuðsstaðnum í gjár sum góvu klipp og bót. Sløkkiliðið skuldi eisini sløkkja eld í ruskíløtum

2024-11-06 08:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vaktleiðarin á løgreglustøðini boðar frá tveimum ferðslubrotum í Havn í gjár, sum bæði góvu bót og klipp.

Ein bilførari varð tikin fyri at koyra móti "ferðslurætningi" - á skeivum vegi og á skeivum vegi. Hetta kann sjálvandi vera vandamikið.

Ein annar royndi at snýta ferðsluljósini: Hesin bilførarin koyrdi yvir reytt ljós, men tað gjørdi ikki mun: Viðkomandi varð steðgaður.

Tíðliga í gjárkvøldið komu eisini tvær fráboðanir um eld við stuttum tíðarbili. Talan var tó ikki um stórar eldar: Hetta var eldur í ruskíløtum. Sløkkiliðið kom á staðið í báðum førinum og fekk skjótt sløkt eldarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder