Innanlands

Koyrdi ávirkaður á prutli

Løgreglan hevur havt úr at gera seinasta samdøgrið

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-06-28 10:04 Author image
Ari av Rana
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur verið hendingaríkt fyri løgregluna. Í gjár kom fráboðan um at tvey fólk vóru vilst í haganum í Norðradali, og í nátt vórðu ferðslukanningar gjørdar, har tveir bilførarar fingu klipp í kortið.

Í Havn var ein persónur í nátt tikin, fyri at koyra ávirkaður á prutli. Vaktleiðarin á løgreglustøðini fortelur, at blóðroynd varð tikin av hesum persóninum, og at í løtuni verður bíða eftir svari av blóðroyndini.

Les eisini:

Tvey fólk viltust í haganum

Tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder