Í gjár skrásetti løgreglan fleiri mál um lítil prutl, sum koyrdu skjótari, enn tey hava loyvi til.
Um morgunin kannaði løgreglan ferðsluna við Tofta skúla, og í hesum sambandi kom løgreglan fram á eitt ólógligt prutl, sum varð bygnaðarbroytt og koyrdi ov skjótt.
Talan var um eitt lítið prutl, sum hava loyvi at koyra 30 kilometrar um tíman, man hetta koyrdi 46,6 kilometrar.
Í sambandi við átakið við Tofta skúla, varð ein bilførari eisini tikin fyri at koyra ímóti einvegis ferðsluni, og tað gevur eitt klipp.
Seinni kom løgreglan fram á eitt annað prutl í Klaksvík, sum koyrdi 56 kilometrar um tíman. Førarin hevði heldur ikki koyrikort til prutl, og tí fær eigarin av prutlinum eisini bót.
Løgreglan fekk eisini eina fráboðan frá einum borgara, sum gramdi seg um eitt prutl, sum koyrdi ov skjótt. Løgreglan fekk at vita, hvar prutlið stóð parkerað og fór so út at kanna prutlið og tosa við eigaran, og tað vísti seg, at prutlið kundi koyra 65,4 kilometrar um tíman.
Tá løgreglan kemur fram á prutl í ólógligum standi, verða nummarpláturnar tiknar, og so mugu prutlini kannast av Akstovuni fyri at vita, um tey eru í lógligum standi, áðrenn tey kunnu skrásetast aftur.
Í gjár varð eisini boðað frá einum ferðsluóhappi í Hovyík, har eitt prutl rendi á ein parkeraðan lastbil. Eingin fólkaskaði var, prutlið var í lógligum standi, og førarin hevði hjálm og koyrikort, so har var alt í lagi, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald