2018-12-06 16:05
Stjórnin í Kina krevur, at fíggjarstjórin í Huawei, Meng Wanzou, verður leyslatin. Meng, sum eisini er dóttir stovnaran av Huawei, varð handtikin, tá hon millumlendi í Kanada.
Talsmaður fyri kinesiska stjórnina sigur, at stjórnin krevur at fáa at vita, hví Meng varð handtikin uttan at fáa at vita hví hon varð handtikin. Talsmaðurin sigur, at hetta er brot á hennara mannarættindi. Tí krevur Kina, at hon verður leyslatin.
Men verður væntandi útflýggja til USA, men enn valdar ruðuleiki um sakina. Sambært kanadiskum tíðindamiðlum verður hon ákærd fyri at hava broti revsitiltøkini hjá USA móti Iran.
Les eisini: Fíggjarstjórin í Huawei handtikin í Kanada
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald