Innanlands

Kringvarpið: Hatta var ikki nóg gott

Í KVF harmast tey um, at har var álvarsamt tekniskt brek undir guðstænastuni og røðu løgmansins ólavsøkudag

Stjórin í Kringvarpinum, Ivan Hentze Niclasen

Stjórin í Kringvarpinum, Ivan Hentze Niclasen

2019-07-30 11:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár var hátíðardámur, tá skrúðgonga var frá løgtinginum í Havnar Kirkju, har guðstænasta var. Trupulleikin hjá mongu hyggjarunum og áhoyrarunum var tó, at ein partur av guðstænastuni ikki hoyrdist orsakað av ljóðtrupulleikum.

Eftir guðtænastuna fór tingmanningin við fleiri úr kirkjuni niðan á Vaglið, har ólavsøukórið undir leiðslu av Símuni Hammer sang. Eftir hetta varð tingið sett, men aftur her varð galið: Undir røðuni hjá Aksel V. Johannesen var ljóðið burtur eina góða løtu, og tað var teksturin eisini. 

Les eisini: Haldið Kringvarpinum til góðar

Fyrrapartin hevur stjórin í Kringvarpi Føroya, Ivan Hentze Niclasen, boðað frá, at tað var ikki nóg gott, at tey harmast almikið um tekniska brekið:

- Vit í Kringvarpinum harmast um, at fyrst sjónvarpingin av Ólavsøkuguðstænastuni í Dómkirkjuni og síðani sjónvarpingin av Ólavsøkurøðu løgmans varð rakt av álvarsligum tekniskum breki.

Ljóðið var burtur í nakrar minuttir av sjónvarpingini av Ólavsøkuguðstænastuni í Dómkirkjuni og síðani aftur í eina drúgva løtu í sjónvarpingini av Ólavsøkurøðu løgmans.

Hetta er sjálvsagt als ikki nóg gott, og vit harmast almikið um hetta.

Talan var um eitt tekniskt brek í okkara Live-U skipan, sum sendir beinleiðis videosignal.

Vit kanna skipanina og endurskoða mannagongdirnar, soleiðis, at vit framyvir betri kunnu byrgja fyri slíkum óhepnum støðum, sigur Ivan Niclasen at enda.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder