- Floksimmunitetur er ein umráðandi verja ímóti afturvendandi virusum. Granskarar mangla tó framvegis at finna útav, hvussu immun hvør einstakur av okkum verður, um vit hava verið smittað við. Tað avhongur av, hvussu ógvusliga okkara immunverja berur seg at, um vit verða útsett fyri sama virusinum aftur.
Hetta skrivar Københavs Universitet á sínum Linked in profili. Harvið verður aftur staðfest, at granskarar enn eru í gongd við at eyðmerkja, um fólk gerast heilt órin fyri koronavrusinum, tá tey hava verið smittaði einaferð.
Les eisini: 51 fólk í Suðurkorea fingið staðfest koronavirus fyri aðru ferð
Óvist um smittað gerast mótstøðufør
Stóri lærustovunurin í danska høvuðsstaðnum ger nógv við gransking, og greiður í postinum frá, at floksimmunitur merkir, at nóg mikið av fólkatalinum eru immun, so sjúkan doyr út. Her er tað avgerandi, at hvussu nógvar aðrar persónar ein smittar - hvat reproduktiónstalið/smittutalið (R0) er. Hægri hetta talið er, jú fleiri fólk skulu verða imunn, áðrenn floksimmunitur er náddur.
- Til dømis smitta meslingar sera illa, og tí skulu 95 prosent av fólkinum vera immum, áðrenn floksimmunitetur er náddur. Ein ið hevur meslingar smittar 12-18 aðrar persónar, meðan ein við Covid 19 í Danmark sambært Statens Serum Institut smittar millum 1,4 og 2,6 persónar.
Í Føroyum er smittutalið undir eitt. Leisturin í stríðnum móti korona er kanna nógv, at uppspora og avbyrjgja smittuna. Pál Weihe segði í sjónvarpsstovuni fyri lítlari løtu síðani, at tað ikki hevði givið meining at leggja seg eftir floksimmuniteti í Føroyum nú, tí tað er so langt vekk, og tí so hevði avgerðir skula takast, sum høvdu kostað mannalív.
Les eisini: Floksimmunitetur kostar ov nógv mannaliv
Eingin fingið staðfest koronavirus seinasta samdøgrið - 11 afturat staðfest frísk
Uttanlands
KU: Granskarar royna at fáa greiði á mótstøðuførinum
Floksimmunitetur plagar at vera ein sterk verja ímóti virusum við framtíðini í huga. Hetta er tó ikki leisturin í Føroyum í stríðnum móti koronva, og ógreitt er, nær ein slíkur verður uppnáddur
Københavns Universitet er í gongd at gera granskingar í koronavirusinum - serliga viðvíkjandi floksimmuniteti
2020-04-08 11:08
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald