
Løgmaður tilnevnir í dag klokkan 14 nýtt landsstýrisfólk fyri Ingilín D. Strøm, sum 24. oktober legði frá sær um landsstýriskvinnu í umhvørvismálum.
Kringvarpið sigur seg skilja, at løgmaður ger fleiri broytingar í landsstýri í hesum sambandi.
Súsanna Bertholdsen verður nýtt landsstýrisfólk, men verður landsstýriskvinna í heilsumálum. Margit Stórá, sum hevur verið landsstýriskvinna í heilsumálum, tekur yvir í Umhvørvismálaráðnum.
Margit Stórá (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald