Uttanlands

Kyiv bumbaður í nátt

Hóast friðarsamráðingar eru í gongd, so er Ukraina framvegis undir álopi. Í nátt gekk tað út yvir høvuðsstaðin

Ein av teimum særdu í nátt verður flutt á sjúkrahús í sjúkrabili (Mynd: EPA)

Ein av teimum særdu í nátt verður flutt á sjúkrahús í sjúkrabili (Mynd: EPA)

2025-04-24 09:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder


Ukrainski høvuðsstaðurin, Kyiv, hevur í nátt verið ógvusliga bumbaður av russiskum rakettum. Minst níggju fólk eru deyð og yvir 80 eru særd.

Tilsamans hevur Russlant sent áleið 70 rakettir og næstan 150 dronur móti Ukraina, skrivar Volodymyr Zelenskyj á Telegram. Hann hevur verið á ferð í Suðurafrika, men hevur nú brotið ferðina av, fyri at vera heima í høvuðsstaðnum.

Á midnátt byrjaðu álopslúðrarnir at ljóða, og dronur og spreingingar hoyrdust um allan høvuðsstaðin meðan fólk leitaðu sær skjól í bumbuskýlum, greiðir tíðindafólkið hjá NRK í Kyiv frá.

Álopini henda hóast umboð fyri Ukraina og onnur evropeisk lond í løtuni sita í friðarsamráðingum í London.

Enn er ikki greitt hvussu stórar skaðar bumbingin í nátt hevur elvt til. Bjartingarlið eru til staðar fleiri staðni í Kyiv fyri at bjarga fólkum úr húsaleivdunum, skrivar Reuters.

Boðað er eisini frá álopum aðra staðni í landinum, eitt nú í Kharkiv, næststørsta býnum í Ukraina.

Amerikanskir miðlar skriva annars, at USA nú fer at mæla til at viðurkenna russisku hersetingina av Krim hálvoynni til tess at fáa Russland at støðga krígnum.

Volodymyr Zelenskyj hinvegin vísir aftur øllum krøvum um at ukrainar skulu lata land frá sær, herundir Krim, tí hetta er í stríð við ukrainsku grundlógina.

[object Object]
Bjargingarlið royna at bjarta fólkum úr bumbaðu húsaleivdunum (Mynd: EPA) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder