Uttanlands

Læknar: Sannlíkt at Pyotr Verzilov varð eitraður

Verzilov, limur í Pussy Riot, hevur verið innlagdur síðan 11. september, og er nú fluttur á sjúkrahús í Berlin

2018-09-21 08:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Pyotr Verzilov, limur í russiska atgerðarbólkinum Pussy Riot, endaði á sjúkrahúsinum, eftir at hann byrjaði at missa sjónina og seinni taliførleikan. Støðan hjá honum versnaði, og at enda fekk hann ikki gingið, og hann kendi ikki síni vinfólk aftur.

Verzilov varð fluttur á eitringardeildina á sjúkrahúsinum, tí illgruni var fyri, at hann varð blivin eitraður.

Seinni varð hann fluttur á sjúkrahús í Berlin í Týsklandi, og sambært týsku læknunum hjá honum, er tað "øgiliga sannlíkt" at hann bleiv eitraður.

Læknarnir siga, sambært CNN, at alt bendir á, at hann er vorðin eitraður, og at teir ikki hava funnið nakað tekin um, at orsøkin til støðuna hjá Verzilov skuldi verið ein onnur.

Á tíðindafundi fyrr í vikuni søgdu læknarnir, at tey hava enn ikki funnið útav, hvat slag av eitri talan er um, ella hvussu Verzilov kann vera blivin eitraður. Tó er hann nú uttanfyri lívsvanda.

Nadezhda Tolokonnikova, ein av stovnarunum av Pussy Riot, segði á tíðindafundi, at onkur heilt víst hevði roynt at takið lívið av Verzilov, og at fleiri russiskar løgregludeildir hava roynt at fingið hendur á hann.

"Eingin, sum hevur tikið lut í politiskum aktivitetum í Russlandi kann kenna seg veruliga tryggan," segði hon.

Les eisini: Limur í Pussy Riot innlagdur: Møguliga vorðin eitraður

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder